SØGAN UM ELIASKIRKJUNA
Føroyska Arbeiðið í Eliaskirkjuni byrjaði sum eitt ynski, kunnu vit siga. Eitt ynski um missiónsarbeiði millum føroyingar, við tilknýti til fólkakirkju, Heimamissión, Kirkjulig missiónsfelag, umframt karismatisku rørsluna. Ein telefonsamrøða í 1978 gjørdist spírin til hetta kristna virksemi millum lesandi, umframt onnur við tilknýti aftaná lesnað.
Arbeiðið byrjaði við Bíbliubólkum fyrst í september 1980. Eini 8-12 lesandi møttust av og á heima.
Árið eftir, um hálvan september 1981, varð stig tikið til at skipa seg við einum stýri, ið taldi fimm limir og tá varð á fyrsta sinni skipað fyri almennum møtum. Hesi møti vóru annaðhvørt leygarkvøld í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv. Tá var Ole A. Olsen prestur í kirkjuni og var tað Karolina Petersen, kona táverandi Hvalvíksprest, Petur Petersen, ið spurdi Ole um møguleika at hýsa føroyingunum leygarkvøld. Í 80´unum fevndi virksemið um møtir, Bíbliutímar, evnisdagar, almennir fyrilestrar, legu, bandtænastu, bókasølu, sunnudags-skúlan og útvarp.
Í 90´unum legðist ymiskt virksemi afturat. Eitt nú regluligt virksemi á sjúklinga-hotellinum, saman við prestinum í Samuelskirkjuni. Blaðið Varpið, við greinum, sum viðgjørdi viðurskifti millum lesandi, men eisini um ymiskt, ið hendi í Føroyum. Í 1997 kundi man lesa forvitnislig tíðindi um heimasíðu, sum í fyrstuni skuldi nýtast sum samskiftismiðil, men seinni til boðandi virksemi.
Um aldarskiftið er arbeiðið í besta blóma, sæð við luttøkutali og teimum mongu, ið høvdu ymsar uppgávur. Ein av frágreiðingunum er, at mong fluttu niður mitt í 90´unum og lesandi høvdu ikki skund at flyta heimaftur vegna arbeiðsloysi. Men fyrstu árini í 00´unum fluttu sera nógv heimaftur og vóru nøkur heilt fá eftir, sum myndaðu arbeiðið og møttust til møtir.
Fram ímóti 2010 broyttist hetta aftur, í og við, at stórir árgangir aftur fluttu til Keypmannahavnar í lestrarørindum og fór luttøkan eitt leygarkvøld úr 10 til 60-70 lesandi ung, umframt tey mongu, ið vitjaðu av og á.
VIÐTØKUR HJÁ ELIASKIRKJUNI
§ 1: NAVN
Føroyska arbeðið í Eliaskirkjuni varð stovnað fyrst í september 1980.
§ 2: GRUNDARLAG
• Arbeiðið er bygt á tær bíbilsku skriftirnar sum Guðs íblásta og fult trúliga orð og einastu keldu og avgerandi myndugleika fyri trúgv og lív hins kristna,
• ta evangelisku luthersku játtingina hjá Fólkakirkjuni sum tulking av teimum heilagu skriftunum.
§ 3: ENDAMÁL
• Millum føroyingar niðri at boða evangeliið til trúgv á Jesus Krist sum harra og frelsara,
• Styrkja hin kristna felagsskapin, kalla til trúboðan úti og heima og til sosiala ábyrgd í heimi, kristna felagsskapinum og samfelagnum.
§ 4: STÝRIÐ
Stk. 1 Stýrið stendur fyri arbeiðinum. Stýrið er ovasti myndugleikin og hevur ábyrgdina av, at § 2 og § 3 verða hildnar og virdar.
Stk. 2 Í stýrinum eru 5 limir.
Stk. 3 Stýrið er sjálvsupplerandi.
Stk. 4 Stýrið skipar seg á hvørjum heysti við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og kunningarmanni.
Stk. 5 Stýrislimirnir sita í fýra ár. Fyrrverandi stýrislimur kann veljast aftur. Um so er, skal hann ikki vera til staðar, tá ið valt verður av nýggjum.
Stk. 6 Fundarskráin er limunum í hendi eina viku fyri hvønn fund. Uppskot til mál á skránni skulu helst verða givin formanninum, áðrenn skráin verður send út.
Stk. 7 Stýrið hevur avgerðarrætt, tá ið ein meiriluti av øllum limunum atkvøður fyri.
Stk. 8 Stýrislimirnir fáa í seinasta lagi 14 dagar eftir hvønn fund eitt eintak av fundarfrásøgnini at góðkenna á næsta fundi. Góðkend fundarfrásøgn er at rokna sum gerðabók.
Stk. 9 Stýrið velur ein stýrislim til at føra neyðugar upplýsingar um tey einstøku tiltøkini.
Stk. 10 Stýrið skal heita á fólk og stuðla fólki til ymiskar uppgávur í arbeiðinum.
§ 5: ARBEIÐSNEVNDIR
Stk. 1 Stýrið kann velja arbeiðsnevnd at taka sær av serligum arbeiðsøkjum.
Stk. 2 Arbeiðsnevndin skal virka samsvarandi § 2.
Stk. 3 Stýrið ger serliga regluger/endamálsgrein fyri arbeiðsnevndina.
Stk. 4 Arbeiðsnevndin stendur undir stýrinum. Um tað koma upp ivaspurningar ella stríðsspurningar, er tað stýrið, ið skal taka endaliga avgerð.
Stk. 5 Tá ið arbeiðsnevndin verður vald á fyrsta sinni, velur stýrið limirnar í nevndina. Skulu nýggir nevndarlimir veljast, velur arbeiðsnevndin teir í samráði við stýrið.
Stk. 6 Arbeisðnevndin skipar seg á hvørjum heysti við formanni.
Stk. 7 Kunning og fígging kann umsitast í samráði við stýyrið. Hevur arbeiðsnevndin sjálvstøðuga fígging, skal roknskapur fyrileggjast stýrinum til góðkenningar, og roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 8 Arbeiðsnevndin kunnar stýrið minst eina ferð um árið
Stk. 9 Bert stýrið hevur myndugleika at leggja niður arbeiðsnevndina
§ 6: FÍGGJARVIÐURSKIFTI
Stk. 1 Arbeiðið verður fíggjað við kollektum og gávum. Kassameistarin stendur fyri innsavningunum.
Stk. 2 Stýrið ræður yvir kassanum.
Stk. 3 Roknskapurin verður lagdur fram á hvørjum ári. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
§ 7: VIÐTØKUBROYTINGAR
Viðtøkur kunnu bert verða broyttar, tá ið 3/4 av stýrislimunum atkvøða fyri. Innihaldið í § 2 og § 3 skal ikki broytast.
§ 8: NIÐURLEGGING
Arbeiðið kann bara verða niðurlagt, um allir stýrislimirnir eru fyri á tveimum fylgjandi stýrisfundum, - í minsta lagi 2 mánaðir skulu vera ímillum fundirnar.