Hvat er ein lærusveinabólkur?
Í einum lærusveinabólki fer mann í læru fyri at blíva eins og lærumeistarin – Jesus. Tað krevur, at mann er sinnaður til at játta syndir, verða avbjóðaður og rættleiddur av bíbliuni og hvørjum øðrum. Eisini krevur tað, at mann setur tíð av til at møtast fast eina ferð um vikuna, so mann kann arbeiða miðvíst ímóti at líkjast Jesusi meira. Í einum læru-sveinabólki eru ein ella tveir leiðarar, sum leiða hini í bólkinum til at fylgja Jesusi, verða broytt av honum og liva fyri hansara missión – at gera lærusveinar. Læru-sveinabólkurin hevur harafturat altíð tað fyri eyga, at hann við tíðini skal mennast til fleiri smærri bólkar. Hetta verður gjørt soleiðis, at tá ið leiðarin metir, at ein ella fleiri í bólkinum eru før fyri at leiða onnur í lærusveinabólkum, so kunnu tey fara úr bólkinum fyri at byrja nýggjar lærusveinabólkar. Soleiðis verða fleiri menniskju gjørd til Jesu lærusveinar.
Tilfar
Lærusveinabólkarnir í Eliaskirkjuni taka støði í bókini "Kallið at gera lærusveinar" eftir Torgeiri Petersen, ið er ein hjálp til at menna lærusveinar í lærusveinabólkum. Tað ber til at fáa fatur á bókini á Kallið.fo
Kom upp í ein lærusveinabólk!
Melda teg til ein lærusveinabólk við at seta teg í samband við Tórur Jacobsen á messenger ella tlf. +298 287075