Innleiðing
Endamálið við Strategi 2030 er ikki at orða eina nýggja endamálsorðing fyri viðtøkurnar í Eliaskirkjuni. Tí er hædd tikin fyri, at Strategi 2030 skal rúma endamálsorðingini, sum hon ljóðar í § 3 í viðtøkunum fyri Eliaskirkjuna (Sí niðanfyri).
§ 3: Endamál
Millum føroyingar niðri at boða evangeliið til trúgv á Jesus Krist sum harra og frelsara, styrkja hin kristna felagsskapin, kalla til trúboðan úti og heima og til sosiala ábyrgd í heimi, kristna felagsskapinum og samfelagnum.
Okkara missión er
At menna lærusveinar við at boða gleðiboðskapin, búgva til tænastu og bera byrðar hvør hjá øðrum.
Boða gleðiboðskapin
Hetta merkir, at vit ynskja at menna lærusveinar við at boða gleðiboðskapin um Jesus, sum er Guds kraft til frelsu, fyri føroyingum í Danmark. Hetta byggja vit á missiónsboðini í Matt 28,19, har Jesus kallar okkum til at gera øll fólkasløg til lærusveinar sínar.
Hetta ynskja vit eitt nú at gera gjøgnum okkara vikuliga virksemi fyri børn og vaksin, men eisini við at endurspegla Jesu kærleika gjøgnum tey dagligu sambondini við okkara grannar, vinfólk, familjulimir og arbeiðsfelagar. Eisini ynskja vit sum kirkja at boða gleðiboðskapin uttan fyri kirkjubygningin við evangeliserandi átøkum á gøtuni og á alnótini og við at vera ein stuðul hjá øðrum í at fara undir at byrja føroyskar samkomur í Danmark. Harafturat ynskja vit at vera ein kirkja, ið stuðlar og kallar til trúboðan úti og heima.
Búgva til tænastu
Hetta merkir, at vit ynskja at menna lærusveinar við at leggja okkum eftir, at Eliaskirkjan skal vera eitt vakstrarstað, har hvør einstakur kann vaksa í kunnleika um Gud og í tænastu fyri Gud og næstan (Ef 4,12). Tá nógv venda heimaftur til Føroya, so er okkara vón eisini, at tíðin í Eliaskirkjuni verður ein fyrireikingartíð til tænastu í tí staðbundna kristiliga arbeiðinum í Føroyum, so at tann einstaki heldur fram við at menna lærusveinar, har Gud kallar.
Hetta ynskja vit eitt nú at gera gjøgnum lærusveina- og bíbliubólkar, undirvísing í lærusveinaskapi, luthersku trúarlæruni og í trúarverju og við at eggja kirkjulimunum til at taka lut í tænastuni í kirkjuni og taka ábyrgd av heimi, kristna felagskapinum og samfelagnum.
Bera byrðar hvør hjá øðrum
Hetta merkir, at vit ynskja at menna lærusveinar við at vera ein felagsskapur, sum avspeglar Jesu kærleika, har øll frá fyrsta degi kenna seg vælkomin. Vit ynskja at vera ein staður, har vit saman bera byrðar hvør hjá øðrum og soleiðis stuðla hvørjum øðrum gjøgnum truplar tíðir í lívinum (Gal 6,2).
Hetta ynskja vit eitt nú at gera við at leggja okkum eftir at vera ein umsorganarfullur og elskandi felagskapur við at biðja og veita andaliga umsorgan hvør fyri øðrum, bjóða flytihjálp, stuðla familjunum og hjálpa teimum, ið eru sjúk ella kenna seg einsamøll.